Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.08.2023 10:39

Samstarvið við Mads Lindkvist er steðgað

Tað boðar hondbóltsfelagið Tjaldur frá í dag.

Nevndin í Tjaldur upplýsir, at samstarvið við venjaran Mads Lindkvist er steðgað.

Felagið sigur, at nevndin í Tjaldur hevur verið sera glað fyri tíðina, Mads hevur virkað í felagnum. Felagið er ment munandi hesi 4 árini Mads hevur havt ítróttaligu ábyrgdina í felagnum, og tað er ongin loyna, at bæði ungdómur og foreldur hava verið sera glað fyri Mads.

Felagið upplýsir, at Mads nú ynskir nýggjar avbjóðingar, og vil nevndin tí takka honum fyri gott samstarv og ynskja honum blíðan byr framyvir.

Sum skilst, so arbeiðir nevndin við eini loysn, og verður okkurt at frætta um hetta í næstum.