Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.08.2023 10:28

11 revsimál á skrá hjá Eystara Landsrætti í Føroyum

Mynd: Føroya Politi

Føroya Politi

Eystari Landsrættur er í Føroyum í viku 34 og 35. Hesar vikurnar skulu 11 revsimál avgreiðast. 

Eystari Landsrættur viðger revsimál, sum eru avgjørd í Føroya Rætti, og sum eru kærd. Dómar, sum Føroya Rættur sigur, kunnu kærast av ákæruvaldinum og av tí dømda. Eystari Landsrættur er í Føroyum tríggjar ferðir um árið. 

Hesa ferð Eystari Landsrættur er í Føroyum, eru 11 revsimál á skrá. Fáar avmarkingar eru í, hvørju mál kunnu kærast, og tí eru málini, sum skulu viðgerast í landsrættinum ymisk. Málini snúgva seg milllum annað um brot á djóravælferðarlógina, lóggávuna um rúsandi evni, harðskap, vitnihóttanir, neyðtøku og brot á ferðslulógina. 

Dómarnir, sum eru sagdir í Eystara Landsrætti, kunnu í útgangsstøðinum ikki kærast.

Rættarlistin, t.e. skráin fyri mál, sum verða viðgjørd í viku 34 og 35, er tøkur her: