Eysturoyaportalurin visti at siga fyri meiri enn eini viku síðani, at runavíkingurin fór at skriva undir í USA. Og hetta hevur so nýggja felagið hjá Peturi nú vátta á heimasíðu síni.
Fótbóltsfelagið EL Paso Locomotive hevur nú almannakunngjørt Petur Knudsen, sum nýggjasta leikara í hópinum.
El Paso Locomotive skrivar víðari, at sáttmáli er gjørdur fyri hetta kappingarárið út, men má Petur enn bíða inntil at øll loyvir eru komin uppá pláss, áðrenn hann kann leika almennar dystir fyri felagið.
Sí leinkju til heimasíðuna hjá El Paso Locomotive her