Runavíkar kommuna
Fríggjadagin 18. aug. kl. 17.00 verður forvitnislig bókaframløga á Bókasavninum við Løkin. Tá kemur John Goodlad at tosa um nýggju bók sína “The salt roads” ið er um hetlendska fiskivinnusøgu, sum eisini nemur við Føroyar og søgulig føroysk viðurskifti. Magni Arge kemur at hava samrøðu við rithøvundan. Samrøðan verður á enskum. Ein kaffimuður verður at fáa, og møguleiki verður eisini fyri at keypa sær eitt eintak av bókini.