Akraberg hevur sett kós móti Føroyum. Tað veit Portal.fo at siga.
Verksmiðjutrolarin setti kós móti Føroyum í gjár. Hann hevur verið til fiskiskap í russiska partinum av Barentshavinum. Í løtuni eru teir nakað vestanfyri Tromsø.
Akraberg hevur gott 850 tons av rundfrystum fiski, umframt 500 tons av súrløgu.
Akraberg loysti úr Føroyum 18. juni, og verður eftir ætlan á Fuglafirði nú leygardagin, har veiðan eisini verður landað.