Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.08.2023 23:15

Gunnar Vatnhamar skeyt tvey mál – kosin dagsins leikari

Mynd: savnsmynd (Fótbólti.net)

Gunnar Vatnhamar gjørdi veruliga um seg í kvøld, tá ið hann og liðfelagarnir úr Víkingur Reykjavík vunnu ein 5-1 stórsigur á HK.

Gunnar skoraði 2 mál og kundi møguliga eisini fingið eitt hat-rick. Sambært íslendska miðlinum Fótbólti.net, so var hann eisini kosin besti leikari í kvøld við sínum málum, men eisini við hansara sterka og sannførandi verjuavrikið.

Gunnar og Víkingur Reykjavík halda fast um oddasessin og hava nú 50 stig, meðan nærmasti kappingarneytin Valur, er á 2. plássið við 42 stigum.

Næsta uppgáva hjá Víkingur Reykjavík er longu aftur mikudagin, tá teir skulu møta KR í Mjólkurbikarinn, um at vinna sær plass í íslendsku steypafinaluni.