Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.08.2023 00:49

Kappríðing í Marknagili leygardagin

Sleipnir ríðingarfelag

Stórur spenningur er til kappríðingina í Marknagili í morgin leygardagin kl. 15.00. Hetta skrivar Sleipnir ríðingarfelag á heimasíðu síni.

Í Sleipnir ríðingarfelag eru tað serliga tveir ríðarir sum kunnu gera seg galdandi.

Í tvíspor fyri ung eru tað Simona Tornby á Kiljan sum nú liggja á einum 3. plássi og hevur møguleikan at blíva nr. 2.

Í 1. flokki, sum í ár er serliga spennandi, eru tað Anna Magnussen og Freyr ið hava møguleikan at gera seg galdandi. Onki er avgjørt, so leygardagurin verður serliga spennandi at fylgja við í teimum skjótastu rossunum í 1. flokki.

Allir riðlarninir kunna síggjast við at trýsta her.

Seinasta kappríðingin í ár verður vesturi í Vágunum leygardagin 26. august.