Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.08.2023 13:54

Føroyameistarakappingin í leirdúgvuskjóting 

Mynd: Skjótisamband Føroya

Tíðindaskriv

Komandi vikuskifti fara FM kappingarnar í leirdúgvuskjóting av bakkastokki.

Byrja verður leygardagin 12. august úti á Vík í Leirvík, har FM vinnarin í American Trap skal finnast.

Vikuskifti eftir tann 19-20. august, skal vinnarin í OL trap finnast. Tann kappingin verður á breytini á Sandvíkum í Tórshavn.

Seinasta FM kappingin í ár, verður í OL skeet í døgunum 26-27. august. Fyrri dagurin er við Norðskála, og seinni dagurin á Sandvíkum í Tórshavn.

Beinleiðis dagføring við úrslitinum, verður á síðuni hjá Skjótisamband Føroya. Leinkjan er: https://skot.fo