Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.08.2023 23:21

Avsmurningar í ávíkavist Mostar og Brügge

Tað var eitt syndarligt europeiskt kvøld hjá føroysku útisetunum í Íslandi, tá ið Breiðablik og KA Akureyri royndu seg á útivølli.

Breiðablik var á vitjan niðri á Balkan, har teir møttu Zrinjski Mostar úr Bosnia. Og har komu íslendsku grannarnir fyri vestan í satt ódnarveður. Úrslitið gjørdist heili 6-2 til heimaliðið úr Mostar. Støðan í hálvleikinum var 5-0. Breiðablik fekk eisini ein mann sendan av vøllinum, tá hann fekk beinleiðis reytt kort í 31. minutti.

Klæmint A. Olsen, sum byrjaði á bonkinum, var sendur á vøllin beint eftir steðgin, og gjørdi hann sítt til, at úrslitið ikki gjørdist nógv verri. Hann var við í málunum sum Breiðablik skoraði, tá ið hann hevði næstsíðsta fótin á í báðum málunum.

Niðri í Brügge var støðan ikki nógv frægari, tó at serfrøðingar ikki høvdu givið liðnum av Akureyri nakran møguleik undan dystinum. Og tað var ongantíð nakar ivi um hvør fór at vinna dystin. Til tað var Club Brügge ein alt ov stórur bitið hjá íslendingunum.

Dysturin endaði 5-1 til heimaliðið úr Belgia. Støðan í hálvleikinum var 4-0.

Jóan Símum Edmundsson byrjaði í álopinum fyri KA Akureyri og leikti hann 57. minuttir áðrenn hann var útskiftur. Pætur Petersen var innskiftur í 86. minutti.

Í næstu viku skulu liðini so leika returdystin, sum báðir verða leiktir í Íslandi komandi hósdag.