B68 skrivar soleiðis á heimasíðu síni:
17 ára gamli Kristoffur Gaardlykke hevur í dag skriva ein 3 ára sáttmála við barndómsfelagið. Síðsta árið hevur Kristoffur ment seg nógv sum leikara, og hevur hann vant við besta liðnum hjá okkum javnan síðstu mánaðirnar. Tí eru vit í B68 sera fegin um, at ein av okkara egnu evnaríku leikarum hevur skriva undir.
Í stuttari viðmerking sigur Kristoffur “Eg eri sera glaður fyri at skriva mín fyrsta sáttmála við barndómsdelagið. Eg eri spentur uppá at gera mítt og at mennast sum leikari og menniskja í allarbestu umstøðum næstu 3 árini. Eg fari at gera mítt til at tað fer at ganga B68 væl“
Eisini hevur B68 gjørt sáttmála við Bartal Páll Klein.
Hóast bert 16 ára gamal, so er evnini hjá álopsleikaranum eyðsýnd, sigur B68 á heimasíðu síni.
Bartal Páll hevur vant við B68 í ein góðan mánað, og hevur hann gjørt tað somikið væl, at B68 nú hevur gjørt sáttmála við leikarin. Bartal Páll er uppvaksin í HB og spælt við B36 síðani hann var 12 ára gamal.
Um avgerðina at flyta til og skriva undir við B68 sigur Bartal Páll “Eg eri blivin sera væl móttikin í hesum sunna og sera profesionellu umstøðunum sum eru her á Toftum. Eg fari at gera alt eg kann og geva meg 100% fyri B68, og eri eg spentur uppá framtíðina“