Toftamaðurin Jóan Símun Edmundsson, sum í síðstu viku gjørdi sáttmála við KA Akureyri, byrjaði í gjár inni fyri fyrstu ferð fyri nýggja felag sítt.
KA Akureyri tók á heimavølli móti HK úr Reykjavík. Dysturin endaði 1-1.
Heimaliðið fekk ein mann útvístan longu í 2. minutti, nakað sum broytti fortreytirnar hjá KA í teir 88 minuttirnar sum restaðu í at leika.
Men tað var annars heimaliðið, við bert 10 monnum, sum tók leiðsluna í 34. minutti, tá ið Jakob Snær Árnason skoraði. Jóan Símun átti sín leiklut, tá hann var við í tí uppbyggjandi spælinum, sum førdi til málið.
Útiliðið skoraði í 49. minutti til 1-1 og gjørdist tað eisini endaliga úrslitið.
Jóan Símun bleiv útskiftur í 54. minutti. Hann hevur ikki leikt nógvar dystir seinastu tíðina meðan hann hevur verið sáttmálaleysur og tí var tað skiljandi at hann var útskiftur longu tá.
Í miðlinum í Íslandi fær hann rós fyri dystaravrikið, har tað m.a. verður sagt, at hann er ein framúrskarandi leikari, sum heilt avgjørt fer at styrkja um liðið.
KA liggur, eftir 16 dystir, á einum 7. plássið við 21 stigum.
Komandi uppgáva hjá Jóan Símun og hinum í KA Akureyri er 3. august á útivølli í 2. umfari í UEFA Conference League, tá ið teir skulu møta Dundalk úr Írlandi.
Fyrra dystin á Akureyri vann KA 3-1.