Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.07.2023 07:48

Veðrið hesa vikuna

Mynd, savnsmynd (Eysturoyarportalurin)

Í dag, gul av lágum landnyrðingi, um 5 m/s, smáskýggjað og sólglottar og hitin um 9-13 stig.

Týsdagin gul av útnyrðingi og norði, sól ein stóran part av degnum og tó eitt sindur kaldari, hitin millum 8-12 stig.

Mikudagin frískar hann vindin nakað av norði upp í 5 til 10 m/s, smáskýggjað og sólglottar, hitin millum 8-12 stig.

Hósdagin gul av norði ella útnyrðingi, ælaveður um morgunin og út á seinnapartin. Um kvøldið fyri tað mesta turt og hitin millum 8-11 stig.

Fríggjadagin norðan og útnyrðingur, bert eitt lítið lot, samdrigið og fyri tað mesta turt og hitin millum 8-12 stig.

Komandi vikuskiftið verður veðrið nakað líknandi tí sum tað hevur verið gjøgnum hesa vikuna, høgætt, fyri tað mesta turt og væntast kunnu fleiri løtur við sól.