Ungi, sterki og hávaksni miðverjin, toftamaðurin Andrias Edmundsson, hevur skriva ein 1 ára sáttmála við pólska felagið Miejski Klub Sportowy Chojniczanka, sum spælir í triðbestu deildini í Póllandi.
Andrias Edmundsson hevur seinastu árini leikt fyri spanska felagið Águilas FC. Men tann sáttmálin gekk úti fyri eini tíð síðani.
Andrias er 22 ára gamal og hevur leikt 2 skrásettar A-landsdystir fyri Føroyar. Hann hevur áður umboða feløguni; Águilas FC, Sunderland og B68.