Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.07.2023 11:59

Váttlig byrjan av ólavsøkuni

Mynd: Útsýnið úr Hoyvík í dag (Gluggin)

Veðurstova Føroya sigur, at vit kunnu vænta okkum eina váttliga ólavsøku, serliga í dag ólavsøkuaftan.

Men ólavsøkudag sær nakað frægari út.

Í dag fríggjadagin, ólavsøkuaftan:

Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, í støðum strúkur í vindi, 13 m/s, seinnapartin gangandi upp í eystan. Samdrigið og támut eystaneftir við regni, eitt skifti minni regn ella klárt í støðum, serliga seinnapartin. Hitin alt samdøgrið millum 10 og 14 stig.

Leygardagin, ólavsøkudag:
Fyrst frískur vindur upp í strúk eystan, 8 til 13 m/s, samdrigið og támut eystaneftir við regni. Sum frá líður hækkar ættin í útnyrðing, og tað verður minni vindur, niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Tað verður minni regn og eitt skifti klárt í støðum, tó framvegis okkurt ælið. Hitin alt samdøgrið millum 10 og 14 stig.