Fyrr í dag gjørdist greitt, at føroyski landsliðsleikarin Jóan Símun Edmundsson hevur funnið sær nýtt felag í Íslandi. Felagið sum talan er um, er KA Akureyri, sum hevur føroyingin Pætur Petersen í hópinum. Tað boðar KA Akureyri frá í dag.
Fyri nøkrum vikum síðani, var Jóan Símun annars settur í samband við íslendsku meistararnar Breiðablik, nakað sum Eysturoyarportalurin eisini visti at siga frá. Men tað er so eitt annað íslendskt felag sum hevur fingið undirskriftina hjá 32 ára gamla føroyinginum. https://www.eyp.fo/joan-simun-edmundsson-avegis-til-breidablik/
KA Akureyri er enn við í UEFA Conference League, har teir vunnu seg víðari og nú skulu møta Dundalk úr Írlandi.
Jóan Símun hevur annars eina drúgva yrkisleið uttanlands, har hann hevur spælt í Føroyum, Onglandi, Týsklandi, Norra, Danmark, Belgia og nú eisini Íslandi.