Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.07.2023 11:16

Tað er bara spurningur um tíð, so rennur onkur inn í ein bil

Mynd: savnsmynd

Soleiðis sigur ein stúrin borgari í Eysturkommunu á Facebook, nú tað í seinastuni hava verið fleiri “nær við” støður, har børn eru um at verða árend av bilum inni í bygdini í Syðrugøtu.

Útsýnið í bygdini er ikki av tí besti hjá bilum, tí at bygdin er tættbygd við fleiri svingum og húsakrókum, har rennandi og súkklandi børn kunnu koma undan, uttan at bilar varnast tað.

Borgarar í bygdini hava í seinastini gramt seg um, at bilarnir koyra alt ov skjótt, hóast mest loyvda ferðin er 30 km/t, og at børnini sum eru á súkklu ikki nýta hjálm.

Eysturoyarportalurin hevur vent sær til borgarstjóran, Per Martin Gregersen, fyri at fáa eina viðmerking til støðuna.

Hann sigur, “Vit kunnu sjálvandi skelta og minna ferðsluna á at halda ferðina, og so sjálvandi kann man skelta við “børn spæla” osv. Eg hugsi ikki at loysnin er fleiri vegbungur. Tí tær eru bara til frustrasjónir. So tað skal verða ein væl gjøgnumhugsa loysn.”

Hann sigur víðari, ” Í hesum aktuella førinum er talan um Syðrugøtu. Og tað hevur jú verið deiliga “friðarligt” við ferðslu, tí bygdin liggur avbyrgd frá landsvegnum. Tað gleðiliga er at bygdin veksur, og tað gevur so onkrar avbjóðingar, men tær eru til at loysa.“

At enda sigur borgarstjórin, “Annars mugu tey sum súkkla eisini fyrihalda seg til ferðslu reglarnar.“