Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.07.2023 11:51

Um kortið hjá Born kapteyni og gamla bøin á Nesi og á Toftum

Mynd: Oesteroe Syssel i Færøe, opmålt i 1793

Eftir Janus Jensen

Í 1782 var týskarin Chr. Ludvig Ulrich von Born, vanliga nevndur Born kapteynur, settur sum kommandantur í Føroyum. Hann var kommandantur á Skansanum frá 1782 til 1796. Born kapteynur var sera virkin maður og skipaði m.a. fyri, at Skansin í Havn var dagførdur beinanvegin, hetta vóru ófriðartíðir. Hann sýndi eisini stóran áhuga fyri føroyskum samfelagsviðurskiftum. Eitt nú var hann heitur talsmaður fyri fríhandli. Men tað, sum serliga stendur eftir av hansara avrikum, er kortið yvir Føroyar, sum hann teknaði upp eftir áheitan frá Rentukamarinum danska. Eldri kort vóru til skjals, men kortið hjá Born kapteyni, sum var gjørt í árunum 1791 – 95, var so væl frágingið, at tað bleiv brúkt fram til umleið ár 1900.

Á Kortinum hjá Born yvir “ Oesteroe Syssel i Færøe, opmålt i 1793” síggjast m.a. bygdirnar Næs og Tofte( sí mynd). Hyggur tú nærri at myndini, so sært tú, at húsini eru frámerkt við smáum svørtum prikkum. Kring bygdirnar er ein punkterað linja, og eru hetta ivaleyst bøgarðarnir tá í tíðini. Mátieindin á kortinum hjá Born er Danske mil, og tekur tú og umsetir hetta til kilometur/metur og flytir avstandirnar inn á eitt nútíðarkort, so sæst t.d. , at innari endin á bøgarðinum á Toftum fer sjógv inni á Rætt, meðan ytri endi fer í sjógv niðri í Viku. Hetta samsvarar eisini væl við tað, sum heimildarmenn á Toftum hava sagt frá. Úti á Nesi sær tað út til, at Heygsbøur ( Torkilsheyggur) er innan fyri Nesá, meðan bøurin hjá prestagarðinum er uttanfyri, út móti trøðni úti í Forna, sum er innløgd eftir hetta.

Verður hugt nærri at gomlu bøgørðunum á Toftum, so eru Guttagarðar møguliga ein leivd av bøgørðunum á kortinum hjá Born. Leivdir av Guttagørðum síggjast í bønum omanfyri húsini, sum Kiston og Kissa áttu í síni tíð ( sí mynd). Smbrt. heimildarmonnum á staðnum hava Guttagarðar gingið inneftir frá Gamlagerðisá ( sí mynd), síðan omanfyri húsini undir Regninum og norður imóti Geilini. Haðani er teir farnir niðan á hamarin og hava hildið fram norðureftir. Eg giti, at gomlu garðarnir hava gingið inn til gomlu bóndahúsini uppi á Hamri, haðani teir eru farnir oman á Regn nøkurlunda har, sum gøtan av Hamri oman á Regn er í dag. Hetta sigi eg av teirri orsøk, at bøstykkið, sum er norðanfyri gøtuna – Marionnusa gerði – helst ikki er lagt inn fyrrenn eftir 1800. Hetta stykkið hevur navn eftir fyrstu bóndakonuni uppi á Hamri, Marionnu. Hendan Marianna og Mikkjal, sum festi Leigustovugarðin í 1803, fluttu garðin niðan á Hamar í 1806. Innan av Regni eru garðarnir helst farnir inneftir niðanfyri Heygsveg nakað norður um húsini, sum Ingvard í Brekkum átti í síni tíð, haðani teir hava snarað oman á Rætt. Bøurin, sum er omanfyri Heygsveg, frá Regninum og inneftir, hoyrir uppí Brekkugerðið, sum ikki var lagt inn fyrrenn í 1862.

Á kortinum hjá Born sæst eisini búsetingin inni í Gerði. Hetta var upprunaliga eitt kálva- ella rossagerði hjá bóndanum á Heygsgarði Inni. Seinast í 1700´talinum lat Sunds-Dánjal, bóndi á Heygsgarði Inni, Jacobi Olesen ( Kalbaks-Jákup) hesa trøðna. JJ

Nýggju myndirnar eigur Janus Jensen