Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.07.2023 23:34

Gott evropeiskt avrik hjá føroyingum – heima og úti

Mynd: Byrjunarliðið hjá Breiðablik móti Shamrock Rovers (Breiðablik)

Í kvøld var 1. umfarið í Champions League leikt. Í Klaksvík leikti KÍ móti ungarsku meistarunum Ferencvaros, meðan um somu tíð leikti Breiðablik, við Klæminti A. Olsen millum teir fyrstu ellivu, í Írlandi móti Shamrock Rovers.

KÍ fekk ein góðan 0-0 javnleik í hús, sum má sigast at verða góðtikið, hóast tað nú verður torført at koma víðari til 2. umfar. Heimaliðið var væl við allan dystin, og kundi væl fingið okkurt mál um hepni var við teimum.

Í Írlandi vann Breiðablik ein góðan 0-1 sigur, og fer nú heimaftur til Íslands við einum góðum útgangsstøðið til heimadystin, sum verður leiktur komandi týsdag.

Klæmint leikti allan dystin á tamb, og hevði ein góðan málmøguleika, har málverjin akkurát fekk bjarga fyri.