Net fer nú at grava kaðalveitir eftir vegunum á Strondum, til at leggja fiburkáplar í.
Á myndini sum er viðheft sæst hvar grivið verður.
Fiburnet verður síðani lagt inn í øll hús á Strondum. Fólk frá Net koma komandi mánaðirnar, at spyrja í øllum húsum, hvar kaðalin skal leggjast inn í húsini.
Tá arbeiði er liðugt, verður koparnetið sum verður brúkt í dag tikið úr brúk, og fiburnetið tekur ivur.
Heitt verður tí á ferðandi, um at vísa atlit til tey sum gera arbeiði, og at koyra varligani.
Arbeiði kemur at taka nakrar mánaðir.
