Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.07.2023 00:01

Ferðamannaskipið National Geographic Explorer á Elduvík í morgin

Mynd: National Geographic Explorer

Runavíkar havn

Í morgin mikudagin 5. juli fer ferðamannaskipið National Geographic Explorer frá reiðarínum Lindblad Expeditions, at liggja fyri akker út fyri bygdini í Elduvík og føra ferðafólk í land við smábátum.

National Geographic Explorer er 112 metur langt og umborð eru umleið 132 fólk.

Skipið kemur kl. 8.00 í morginárini og fer avstað aftur kl. 13.00. MB Tours er túrsmiður og Tor Shipping er umboðsfelag. 

Runavíkar Havn og Visit Runavík hava seinastu árini arbeitt saman við íbúgvunum í Elduvík við at menna henda sosialt burðardygga leist, ið virkar serstakliga væl. Tikið verður í mesta lagi ímóti 3 skipum um árið í Elduvík.