Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.07.2023 14:43

So fara rynkurnar avstað til París

Mynd: Team Rynkeby

Team Rynkeby Føroyar

Hósdagin 6. juli byrjar spennandi túrurin hjá Team Rynkeby til París. Rynkurnar hittast til morgunmat í Havn og Runavík og verða síðan koyrdar norður til Klaksvíkar, har túrurin byrjar. Eftir at túrurin er byrjaður í Klaksvík, steðgar liðið til móttøku í Norðragøtu, á Toftum, í Saltangará og í Streymnesi, áðrenn síðsti túrurin her í Føroyum endar á Vaglinum í Havn. 

Tiltøkini eru almenn, og øll eru vælkomin at heilsa uppá liðið og ynskja góðan túr. 

Skráin fyri hósdagin er henda:

Kl. 10.30: Helnabrekka í Klaksvík

Kl. 11.20: Klaksvíkar sjúkrahús

Kl. 12.15: Býráðshúsið í Norðragøtu

Kl. 13.30: Undirhúsið á Toftum

Kl. 14.30: Betri í Saltangará

Kl. 16.35: við Margáir í Streymnesi

Kl. 19.05: Vaglið í Havn.

Um náttina fer alt liðið, 63 súkklarar og 14 tænastufólk, umborð á Norrønu. Leygardagin á middegi leggur Norrøna at í Hirtshals, og so verður súkklað í eina heila viku. Á ferðini til París verður súkklað í Danmark, Týsklandi, Belgia og Fraklandi. Súkklararnir koma til París leygardagin 15. juli. Tá ið túrurin er liðugur, hava teir súkklað uml. 1350 km.

Myndir frá túrinum verða lagdar út dagliga á síðuni hjá Team Rynkeby á Facebook og Instragram, og øll eru vælkomin at fylgja við har.