Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.06.2023 00:05

Breiðablik vann stórsigur – Klæmint skoraði

Mynd: Vísir

Breiðablik vann týskvøldið heili 7-1 í undanundankappingini í Champions League á Tre Penne úr San Marino. Breiðablik var á odda 3-1 í hálvleikinum. Klæmint A. Olsen skoraði til 3-1 beint áðrenn farið var til hálvleiks.

Klæmint var útskiftur í 63 minutti, tá venjarin valdi at gera fleiri útskiftingar.

Breiðablik er í hesum døgum vertur fyri undanundankappingini í Champions League, har vinnarin av mini-kappingini vinnur seg víðari til 1. umfar av sjálvari undankappingini. Hini báði liðið, umframt Breiðablik og Tre Penne, eru Budocnost úr Montenegro og Athletic Escaldes úr Andorra. Tey møttus eisini týsdagin, og tann dystin vann Budocnost 3-0.

Tískil skulu Breiðablik og Budocnost spæla finaluna í undanundankappingini nú fríggjakvøldið kl. 20.00.