Fríggjakvøldið verður vælumtókta fiskikappingin við Eiðisvatn aftur á skránni.
Byrja verður fríggjakvøldið 30. juni kl. 18:00 og kappingin endar leygardagin 1. juli kl. 12:00, tá sílini verða vigað.
Steyp og gáva frá Pf. Jógvan Weihe verður latið fyri trý tey tyngstu sílini.
Fríggjakvøldið kl. 22:00 verður felagssangur í teltinum, har Eirikur í Jákupsstovu, Løgtingsmaður, heldur røðu.
Møguleiki er sjálvandi fyri tjalding og KAMPING. Eisini er møguligt at keypa agn á staðnum.
Matur og drekka verður til keyps.
Kostnaðurin er 50 kr fyri børn og 150 fyri vaksin.