Runavíkar Havn skrivar á heimasíðu síni, at hósdagin 29. juni kemur ferðamannaskipið Ocean Endeavour inn á Runavíkar Havn. Skipið, sum eisini vitjaði í 2019, fer at liggja við bryggju frá kl. 7.00 á morgni til 18.00 á kvøldi.
Ocean Endeavour er heili 138 metrar langt, og umborð eru 210 ferðafólk úr Canada og USA, og manningin telur 100 fólk. Føroyska umboðsfelagið er Faroe Ship.