Runavíkar kommuna
Í samband við at hetjurnar frá Special Olympics World Games Berlin 2023, Eli Hendriksson Olsen og Martha Hansen, koma heim í kvøld, verður skipað fyri móttøku í Gulu smiðju. Flogfarið lendir kl. 20, so móttøkan verður ætlandi umleið kl. 21.30.
Tey bæði íðka boccia. Eli vann gull í einmansleiki og Martha Hansen vann silvur í einmansleiki í Boccia. Saman vunnu tey gull í tvímansleiki. Tey venja boccia í Svani.
Øll eru hjartaliga vølkomin til eina hugnaliga løtu í Gulu smiðju kl. 21.30 í kvøld, mánakvøldið 26. juni.