Í morgun hevur nógv virksemi verið á Svangaskarði. Vanliga er morgunkaffi hvønn fríggjamorgun, har fólk úr Nes kommunu og kanska serliga B68 viðhaldsfólk, plaga at samlast og loysa alskyns trupuleikar.
Men í morgun vóru eisini arbeiðsmenn frá byggivirkinum KBH av Toftum og arbeiddu við at skifta vindeygu á byggninginum, meðan aðrir arbeiðsmenn frá entreprenørfelaginum Falkon úr Saltnesi gróvu út fyri fundamentum til nýggju ljósskipanina á stadion. Og so vóru eisini menn frá Framskák og arbeiddi við at seta upp nýggja máltalvu við vøllin.
Alt meðan ungdómsvenjarin skipaði fyri venjing á sjálvum vøllinum.
Myndir: Nes kommuna






