Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.06.2023 09:12

Skálamannasteinur, Britudrongsblámi og Ryssan

Mynd: Kortal.fo

Eftir Janus Jensen

Dygst niðri á bakkanum, eystantil á sjálvum Eystnesi (sí niðanfyri mynd), stendur ein stórur steinur nevndur Skálamannasteinur. Steinurin stendur so nær bakkatromini, at ikki ber til at ganga niðanfyri hann. Ein gomul søgn sigur, at einaferð fekk ein drongur/maður, sum hevði framt eitt brotsverk, tær treytir, at kláraði hann at ríða á einari ryssu uttan fyri Skálamannastein, so skuldi hann sleppa undan aðrari revsing.

Myndina av Eystnesi er lánd úr myndabókini ” Á veingjum” eftir Andreas Mouritsen.

Til eru í hvussu so er tvinnanda frásagnir um, hvussu tað gekst dronginum/manninum. Í aðrari frásøgnini fara bæði maður og ryssa í havið, í hinari frásøgnini fer ryssan fyri bakka, meðan maðurin kom livandi frá tí.

Sambært seinnu frásøgnini fekk maðurin ryssuna at ganga fram til steinin, men so vildi hon ikki longur. Hann royndi tvær ferðir, men báðu ferðirnar steðgaði ryssan, tá hon kom fram til steinin. Tá ryssan kom fram til steinin á triðja sinni, stakk maðurin hana í lærið við slíðraknívinum. Hon gjørdist tá so kløkk, at hon leyp fram. Ryssan fór í havið, men maðurin megnaði at tveita seg so mikið fram, at hann fekk fatur á bakkagrasinum hinumegin steinin, og soleiðis bjargaði hann lívinum.

Tað er ilt at siga, hvør frásøgn er hin rætta, men í sjóvarmálanum har um leiðir, eru onnur staðarnøvn, sum møguliga hava samband við søgnina um Skálamannastein.

Í sjóvarmálanum eitt sindur heimanfyri Skálamannastein er eitt stað, sum verður nevnt Britudrongsblámi( sí mynd). Smbrt. orðabókini merkir blámi m.a. óslættur sjógvur, sum er bláur á liti, og smbrt. kønum monnum, so hóskar hetta navnið sera væl til júst hetta staðið, tí sjálvt um havið annars er spegilsslætt, so runar altíð eitt sindur á Britudrongsbláma. Fólk úr Æðuvík nevna hetta staðið Ritudalsblámi, meðan fólk á Nesi og Toftum siga Britudrongsblámi. Tað er ikki ókent fyribrigdi, at fólk úr grannabygdum hava ymisk nøvn fyri sama stað.

Sum eg nevndi fyrr, so er ein søgn um Britudrongsbláman, sum møguliga knýtir hann saman við søgnina um Skálamannastein. Smbrt. hesari søgnini, skuldi drongurin/ maðurin, sum varð dømdur at ríða uttan fyri Skálamannastein, vera ættaður av Skála og vera sonur eina konu, sum nevndist Brita.

Eitt annað áhugavert staðarnavn í sjóvarmálanum beint eystan fyri Skálamannastein er Ryssan. Hetta er eitt sker, sum er somikið leyst úr landi, at til ber at sigla innan fyri tað við litlum báti, tá kyrt er í sjónum. Ivaleyst sipar hetta staðarnavnið til ryssuna, sum fór í havið, tá drongurin/maðurin reið uttan fyri Skálamannastein.