Strandingurin og StÍF´arin Bjarni í Selvindi, sum skeyt 4 mál ímóti Angola, mátti fáa fýra pentur í pannuna eftir ein samanstoyt í dystinum. Men sum skilst, so er tað sannlíkt at hann verður klárur til dystin í morgin.
Hondbóltssamband Føroya sigur á heimasíðun síni, at føroysku U21-mennirnir hava havt dystarfrí í dag. Liðið vandi í morgun, og hevur síðani havt taktikk fund og tikið sær av løttum í býnum Magdeburg seinnapartin í dag.
Í morgin verður dysturin móti Japan. Dysturin verður avgerandi í kappingini um at gerast nr. 1 ella 2 í bólkinum og harvið víðari luttøku í kappingini um at koma í fjórðingsfinalurnar.
Dysturin í morgin ímóti Japan byrjar kl. 10.00 og vísir KVF dystin.