Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.06.2023 14:40

Gunnar Vatnhamar skal til Riga

Mynd: Fótbólti.net

Eftir lutakastið til Conference League sum var fyrr í dag, so er greitt, at oddaliðið í Íslandi í løtuni, Víkingur Reykjavík við Gunnari Vatnhamar í hópinum, skal til Letland. Har bíðar teimum FC Riga, sum er fyrrverandi felagið hjá m.a. Valērijs Šabala hjá B36.

Dystirnir vera leiktir 13. juli og 20. juli. Víkingur Reykjavík byrjar á útivølli.