StÍF
Momoko Debes er komin aftur at verja málið hjá besta StÍF-kvinnuliðnum. Momoko og StÍF hava gjørt avtalu um, at hon komandi kappingarár verjir málið hjá besta kvinnuliðnum eftir barnsburðarskeið. Hon hevur longu vant við liðnum í eina tíð.
Momoko Debes (fyrr Nakamura) er 28 ára gomul, ættað úr Japan. Í fjør giftist hon við Jógvan Eli Debes og fingu tey ein son í fjør.
Momoko er ein sera góður málmaður, og megnar hon til tíðir at nærum steingja málið. Hon stóð sín fyrsta dyst fyri StÍF í desember í 2020. Hon hevði ein týðandi leiklut í søguliga FM-heitinum, sum liðið vann í apríl 2021.
Áðrenn Momoko kom til Føroya, leikti hon hondbólt í bestu deild í Japan í trý ár.
“Eg eri sera spent at spæla aftur við StÍF. Í komandi kappingarári er nýggjur høvuðusvenjari (Dan M. Jürgensen) og broytingar eru á liðnum, so hetta er ein nýggj byrjan, men mær dámar væl nógvar avbjóðingar” sigur Momoko.
Í StÍF eru vit sera fegin um, at Momoko er komin aftur til StÍF, og fer nýggi høvuðsvenjarin m.a. at arbeiða fyri góðum samanspæli millum málverjustílin hjá Momoko og verjuleikarapartin.