Hondbóltsfelagið Tjaldur hevur í kvøld havt ársaðalfund. Nevndarval var á skránni.
Forkvinnan, Joan Jacobsen, bar seg undan afturvali. Felagið takkaði Joan fyri stóra arbeiði hon hevði gjørt fyri felagið hesi seinastu árini.
Hinir nevndarlimirnir, Sverri Justinussen, Aage Arnoldsen og Sigrun Jónsveinsdóttir tóku øll við afturvali og nýggir í nevndina komu Kári Hansen og Dan Lamhauge.
Nevndin valdi Sigrun Jónsveinsdóttir, sum nýggja forkvinnu í felagnum.
Nevndin skipaði seg soleiðis:
Sigrun Jónsveinsdóttir, forkvinna
Sverri Justinussen, skrivari
Aage Arnoldson, kassameistari
Kári Hansen, nevndarlimur
Dan Lamhauge, nevndarlimur