Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.06.2023 11:39

Brimil sleipaði Heyk til lands

Mynd: Heykur, savnsmynd (Eysturoyarportalurin)

Í gjárskvøldið kl. 22.45 bað Heykur um hjálp, tí hann hevði fingið maskintrupuleikar.

Skiparin á Brimli, sigur fyri Eysturoyarportalinum, at Heykur var tá staddur á Suðuroyarbankanum, tá ið hann bað um hjálp.

Heykur fekk tó siglt sjálvur, men bað Brimil um hjálp, um at fylgja honum inn gjøgnum oyggjarnar, um okkurt meira skuldi blivið í ólagi. Brimil fylgdi Heyki og vóru teir á Runavík tíðliga í nátt.