Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.06.2023 08:34

Fleiri bátar uppsteðgaðir í gjár

Mynd: Recsue Lív (Savnsmynd)

Heili tríggjar ferðir í góðveðrinum í gjár fekk MRCC boð um, at bátur var uppsteðgaður.

Fyrstu ferð var gjáramorgunin kl. 08.55, at ein útróðrarbátur, sum lá í Skopunarfirði, var uppsteðgaður, og bað um sleip. Bjargingarbáturin Rescue Lív var sendur avstað at hjálpa bátinum og sleipaði hann til lands.

Síðani var tað kl. 19.06 í gjárskvøldið, at MRCC fekk boð um, at ein lítil stuttleikabátur hevði fingið maskintrupulleikar stutt vestur úr Stongini í Nólsoyarfirði. Bjargingarbáturin Rescue Lív, var tá staddur úti í Hesti og kundi tí ikki fara eftir bátinum. Ein annar stuttleikabátur var staddur á leiðini og sleipaði hann tí uppstøðgaða bátin til Havnar.

Og triðju ferð MRCC fekk boð, var í gjárskvøldið kl. 21.40, tá ein útróðrarbátur var uppstøðgaður út fyri Borðoyarvík. Bjargingarbáturin Ziska bleiv boðsendur og sleipaði bátin inn á Klaksvík.