Akraberg siglir nú heim. Hetta váttar skiparin, Eyðun á Bergi, fyri Eysturoyarportalinum.
Hann sigur at, teir hava fiskað gott 1.100 tons, í 43 dagar. Tað mesta er toskur og nakað av hýsu, upsa og øðrum fiskasløgum, sum teir hava fiskað tí norska og russiska partinum av Barentshavinum.
Teir vænta at verða í Føroyum nú hóskvøldið og er ætlanin at landað fríggjadagin, í Fuglafirði.
