Hondbóltsfelagið Tjaldur
Felagið veksur og stendur í støðugari menning. Tað grør um gangandi fót. Miðvís venjing gevur úrslit, og tað gongur sjón fyri søgn. Hetta skrivar hondbóltsfelagið Tjaldur á heimasíðu síni.
Um vikuskifti eru fleiri ungdómslandsdystir móti Íslandi á skránni. Tað eru U15, U17 og U19 landsliðini við gentum, sum skulu dystast móti grannunum fyri vestan.
Og landsliðsvenjararnir hjá U15, David Edvardsen og Mark Lausen-Marcher, hava úttikið fýra leikarar úr Tjaldri. Tær fýra tjaldursgenturnar, sum skulu leika sínar fyrstu landsdystir, eru Janita Maria Jacobsen, Elinborg Kunoy Dávadóttir, Dinna Feilberg Lamhauge og Maria Petersen. Tær fáa allar ein dyst hvør.
Fyrri dysturin verður leiktur í høllini á Oyrarbakka leygardagin klokkan 14. Tá skulu tær báðar Elinborg og Janita í eldin. Til ber eisini at stroyma dystin á heimasíðuni hjá HSF, hsf.fo
Seinni dysturin verður í Vestmanna sunnudagin klokkan 15. Tá skulu hinar báðar, Dinna og Maria, í dyst. Tað ber sjálvandi eisini til at stroyma hendan dystin á hsf.fo