Eysturkommuna
Nú rørslu- og ruddingardagar verða, verður farið ein gongutúr í dag 30. maj kl 17:00
Ætlanin var at fara niðan á Støðlafjall. Av tí at veðurvánirnar boða frá vesturætt við fitt av vindi verður ikki farið niðaná. Ístaðin verður farið út undir Støðlafjall syðrugøtumegin. Byrja verður sum ætla av Gøtueiði kl 17:00.
Túrurin er lættur og tekur uml. 2 tímar.