Sunda kommuna
Nú ber til at tekna seg til ung í arbeiði 2023. Í ár verður arbeitt vikurnar 26 og 27, frá mánadegnum 26. juni til og við fríggjadagin 7. juli.
Ung í arbeiði er eitt tilboð fyri ung í kommununi, sum skúlaárið 2022/2023 ganga í ávikavist 8. og 9. flokki.
Arbeiðstíðin er frá 08.00 til 16.00, fimm dagar um vikuna.
Lønin er 75% av sáttmálaavtalaðu tímalønini hjá Føroya Arbeiðarafelag umframt frítíðarløn.
Tilmelding fer fram her.
Freistin at melda til er hósdagin 15. juni 2023