Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.03.2025 12:06

76 hava verið á dómaraskeiðið

Mynd: Hondbóltssamband Føroya

Hondbóltssamband Føroya

Dómaranevndin hjá HSF hevur seinast tvær vikurnar skipað fyri fýra dómaraskeiðum, sum hava verið ávikavist á Argjum, Runavík, Klaksvík og Sandavági. 

Undirtøkan hevur verið góð og hava 76 tikið skeið 1.1, sum er fyrri liður í at taka C-prógvið. Í september verður møguleiki at taka skeið 1.2 og ogna sær C-prógvið.