Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.06.2023 09:12

7. juni skipar Frihedsbrevet fyri tiltakinum “Russland, Ukraine og Føroyar” í Løkshøll

Mynd: Savnsmynd (Eysturoyarportalurin)

Flemming Rose, redaktørur á Frihedsbrevet.dk, og Heini í Skorini, serfrøðingur í altjóða viðurskiftum, fara at skifta orð um heitasta politiska málið júst nú, bæði í Føroyum og í restini av heiminum. Hetta gera teir undir kønari leiðslu av Jan Lamhauge, journalisti á Frihedsbrevet.fo. 

Við einari fortíð sum korrespondentur í Russlandi og einari hollari vitan um russisku og ukrainsku søguna, fylgir Flemming Rose sera væl við í tí, sum hendir í Ukraina og avleiðingarnar av russisku innrásini.

Heina í Skorini og hansara gløgga knokk kenna flestu føroyingar. Hann er lektari á Fróðskaparsetrinum, royndur journalistur og virkin viðmerkjari.   

Hetta verður klókt, hetta verður aktuelt og hetta verður forkunnugt. 

Í Løkshøll 7. juni, klokkan 19.30. 

Kostnaður: 130 krónur.