Dagar og nøvn í álmanakkanum
Magnus, doyði umleið 750. Sankta Magnus var einbúgvi sum saman við fleiri øðrum einbúgvum í langa tíð helt til við Bodenvatnið á markinum millum Týsland og Sveis. Seinni fór hann sum trúboðari til Bayern, har hann læt byggja eitt kleystur. Kemur ofta í bland við aðrar Magnusar, eitt nú við ein Magnus, sum sigst vera tikin av døgum um ár 250, og við tann Magnus, sum magnusarmessa verður hildin til minnis fyri.
Navnið er latínskt og merkir stórur.
Dagar og nøvn í álmanakkanum, Axel Tórgarð