Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.03.2024 07:34

5.300 harur vórðu skotnar í 2023

Fróðskaparsetur Føroya

So var hon her, frágreiðingin: 

“Haruveiðan í Føroyum 2023”

Í 2023 samlaða talið av skotnum harum í Føroyum 5.300 harur Harurnar vórðu skotnar á 556 túrum í 234 høgum kring landið. Hetta er 24% færri harur enn í 2022, tá 6.578 harur vórðu skotnar í Føroyum.

SØRVINGAR RASKASTIR

Raskastu at skjóta harur í Føroyum í 2023 vóru teir, ið skutu í “Norðurtriðingur – Sunnaripartur”, eisini nevndur “Vørðufelli” í Sørvági. Teir skutu 129 harur, sum teir fingu á 10 túrum. Teimum á baki vóru teir, ið skutu í “Norðurtriðingur – Norðaripartur” eisini nevndur “Norðurtriðingur – Uttanfyri Ánna”, eisini í Sørvági. Teir fingu 128 harur á 7 túrum. Á triðja plássi vóru teir, ið skutu í “Kirkjubøhaga – Fyri Heiman” í Kirkjubø.Teir fingu 123 harur á 3 túrum.

Flestu harurnar vórðu skotnar í Sørvági. Tilsamans skutu sørvingar 463 harur. Í Miðvági skutu teir 437 harur og í Vestmannai 361 harur. 

1/3 AV HARUNUM SKOTNAR Í STREYMOYNNI

Flest harurnar vórðu skotnar á Streymoynni, íalt 2.011 harur, sum er 38% av samlaða talinum av harum, sum vórðu skotnar í Føroyum í 2023. Í Vágum skutu teir 1.381 harur, í Eysturoynni 831 og á Borðoynni 361 harur.

3 HARUR PR BYRSU

Fyri alt landið vórðu skotnar 3,10 harur pr. byrsu hvønn dagin. Hetta er eitt sindur meira enn í 2022 tá teir í miðal skutu 2,74 harur pr. byrsu hvønn dagin, men minni enn í 2021, tá miðaltalið var 3,33.

Á teimum 556 harutúrunum, sum vórðu gjørdir í 2023, var veiðan millum 0 og 74 harur hvønn túrin. Vanligast var tó at fáa 1 til 4 harur á einum túri. Í miðal vórðu skotnar 8,79 harur á hvørjum túri í 2023. Hetta er eitt vet lægri enn 2022, tá miðalveiðan fyri hvønn túrin var 10,13 harur, men eitt sindur meira enn í 2021, tá miðalveiðan var 8,58 harur á hvørjum túri. 

Alt hetta, og nógv afturat,  kanst tú lesa um í frágreiðingini,  sum nú er komin út. 

Frágreiðingin hesaferð er 44 síður til longdar (pdf-fíla 1,9 MB) og kann takast niður á leinkinum:

https://pure.fo/files/42103380/NVDrit2024_01_HaruveidanIFoeroyum2023.pdf

Tú kans eisini lesa um frágreiðingina á Facebook-síðuni “Haruskjóting í Føroyum” á leinkinum:

https://www.facebook.com/groups/136618477818/?multi_permalinks=10160970496972819&notif_id=1709908048844770&notif_t=feedback_reaction_generic&ref=notif