Tað ringa veðrið er byrja, hóast veðruforsognin sigur at vindurin fer at minka.
Sambært Veðurstovu sigur:
Seinnapartin minkar vindurin norðanfyri og vestanfyri niður í frískan vind upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Sunnanfyri minkar hann ikki fyrr enn í kvøld. Í nátt veksur vindurin upp í skrið ella storm av útsynningi, 18 til 23 m/s. Fyrrapartin í morgin veksandi upp í hvassan storm, 25 til 28 m/s. Samdrigið og regn. Fram ímóti middegi gongur hann upp í vestan, og tá veksur vindurin upp í kolandi storm, 29 til 33 m/s, við hvirlum upp í ódn, yvir 35 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin 3 til 8 stig.
