Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.01.2023 08:43

39 ár síðani Ólavur Gregersen sakk

Mynd: Ólavur Gregersen rent á flesjarnar

Farmaskipið Ólavur Gregersen rendi á Flesjarnar 10. januar 1984. Tískil var tað í gjár 39 ár síðani at Ólavur Gregersen rendi á Flesjarnar á Tangafirið í ringum veðri klokkan tvey um náttina tann 10. januar 1984.

Tá óhappið hendi, hevði skipið verið í Klaksvík og var á veg inn á Skálafjørðin, tá tað fór av kós og sigldi á Flesjarnar.

Eftir at Ólavur Gregersen hevði siglt á Flesjarnar, kom vaktar-og bjargingarskipið Ólavur Halgi manningini til hjálpar. Teir níggju menninir vóru bjargaðir umborð á vaktarskipið og førdir til Havnar.

Nakrar dagar eftir skipsbrotið, sakk so Ólavur Gregersen niðurfyri Flesjarnar, og har hevur skipið ligið síðani.

Ólavur Gregersen, var bert tvey ára gamal tá hann sakk. Skipið var smíða á Skála Skipasmiðju.