Kappróðrarfelagið Tindur
Hetta vikuskiftið hava 22 rógvarar frá Tindi kappast um FM-heitið í inniróðri. Kappingin, sum varð hildin í Skúlanum við Streymin, var samstundis 4. og seinasta umfar av grandprix-kappingini, so spenningurin var stórur í hópinum. Og sigast má, at Tindur aftur vísti sína styrki, tá rógvararnir megnaðu at vinna 33 heiðursmerkir í teimum báðum kappingunum – eitt ótrúligt avrik, sum vísir teirra dygd og góðu venjing.
Í FM-kappingini vunnu rógvararnir hjá Tindi 16 heiðursmerkir, býtt soleiðis:
5 gull. 8 silvur og 3 bronsu.
Í Grand Prix-kappingini gjørdist úrtøkan 17 heiðursmerkir:
6 gull, 4 silvur og 7 bronsu.
Vit í felagnum ynskja rógvarunum hjartaliga til lukku við heiðursmerkjunum og góðu úrslitunum. Tindur hevur enn einaferð prógvað seg sum eitt av sterkastu feløgunum innan inniróður, og tað verður spennandi at fylgja við í komandi kappingum!
Leygardagin 22. mars verður kappast um norðurlandameistaraheitini, og tá verður róð í Víkingahúsinum í Gøtu.