Mynd: Reidar F. Joensen Photography
Ein søguliga stór mynd er tikin, ið vísir ein stóran part av stóru StÍF-familjuni.
Fleiri enn 300 StÍF´arar eru á myndini!
Henda stóra felagsmyndin av StÍF´arum bleiv tikin 4. apríl í samband við stóra neondhondbóltstiltakið, sum varð hildið henda dagin.
Øll børnini, ungu, venjarar, hjálparfólk, sum hjálptu til henda dagin eru á myndini umframt vaksnir leikarar, foreldur, ommur og abbar o.s.fr. Ja, øll, sum eru StÍF´arar fingu áheitan um at koma við á myndina, og sera nógv góðu respons og møttu upp í høllini á Skála.
