Dagar og nøvn í álmanakkanum
Beda prestur. Enskur munkur, doyði 735.
Eftirtíðin gav honum navnið venerabilis, hin tignarligi. Hesin enski munkurin gjørdist ein hin mest metti kirkjulærarin í miðøld við átrúnarligu, søguligu og málsligu bókum sínum. Líka í Føroyum hava teir tikið til Beda og lærdóm hansara.
Í einum blaðkjaki um upprunan til hvítusunnunavnið endar J.P. Gregoriussen eina grein við hesum versi:
Presturin Beda, so segði hann:
Tað væl er gjørt av hvørjum, sum kann
øll fedraverk fram at kalla.
Eru tey vond, vit lata tey fara,
eru tey góð, tey uppaftur læra
og aldri frá teim falla.
Kelda: Dagar og nøvn í álmanakkanum, Axel Tórgarð
