Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.04.2023 13:24

2 x feðgar á dómaraseðlinum í dag

Mynd: Eysturoyarportalurin

Í dag kl. 15.00 bresta mennirnir hjá KÍ og Víkingi saman við Djúpumýru í Klaksvík. Tað heilt merkisverda við tí dystinum – burtursæð frá, at tað er ein toppdystur, so er tað sjálvur dómaraseðilin. Tað man verða sera sjálvdan, at tað er hent í nýggjari tíð, at 2x feðgar eru á dómarseðlinum til sama dyst.

Á Víkingaliðinum byrjar Atli Gregersen sín í dag 500 dyst, meðan sonurin hjá honum Árni Nóa Atlason situr á bonkinum. Meðan Géza Dávid Turi byrjar á miðvøllinum hjá Víkingi, so situr pápi hansara, Géza Tamas Turi, á bonkinum hjá KÍ sum eykamálverji.