Lesarabræv
Nú nýggj greining frá hagstovuni um fólkatalið í ymisku kommununum í Føroyum var almannakunngjørd, kann staðfestast, at Eysturkommuna hevur ein vøkstur á 1,8% í 2023. Hetta er omanfyri miðalvøksturin í landinum.
Síðani Eysturkommuna sá dagsins ljós, er fólkatalið hækkað við meira enn 17%, sum má metast at vera ein heilt góð hækking. Hyggja vit isolerað uppá fólkatalið, so er hetta vaksið úr 1961 borgarum í januar 2009 til 2296 í januar 2024 (fyrst í mánaðinum).
Yvir hetta tíðarskeiði hevur Leirvík ein vøkstur á 20,4%, Gøtugjógv 20%, Norðragøta 8,7%, Undir Gøtueiði 3% og Syðrugøta ein vøkstur á 21,6%
Hyggja vit uppá býtið millum bygdirnar, eru tølini nokkso ymisk og kemur hetta í mestan mun av, at tað hevur verið ymiskt, hvussu tað er eydnast at fáa til vega lendi til útstykkingar. Lendi til víðari útstykkingar er fingið til vega í Leirvík og Norðragøtu og arbeitt verður av øllum alvi at fáa tey seinastu skjølini til høldar, soleiðis at lendi eisini er tøkt í Syðrugøtu.
Tær smærru bygdirnar, við Gøtugjógv og Undir Gøtueiði hava eisini lendi tókt. Og í Skálafirði er bert eittans hús men onki lendi tókt.
Talan er um stórar víddir og ein sera ymiskan tørv sum skal virðast.
Kommunan og býráðið stremba tí altíð eftir at hava tøk stykkir í øllum bygdum. Hetta fyri at nøkta tørvin hjá bæði núverandi og komandi borgarum.
Borgarin í Eysturkommunu kann vera tryggur í, at tað altíð verður arbeitt við at fáa meira lendi til vega og harvið víðka um bústaðarmøguleikarnar. Eisini verður arbeitt við at hava meira fjøltáttaðar bústaðarmøguleikar. Hóast hetta ikki hevur borið á mál enn, so eru glottar at hóma hesum viðvíkjandi.
Seinasta árið hava vit sæð, eina stóra øking í fólkatalinum í Leirvík og eina rímiliga stóra øking í Syðrugøtu, hóast tað ikki eru komin nakað nevnivert av nýggjum húsum. Tí kennist hendan gleðiliga fólkatalsøkingin merkisverd. Borgarar kunnu tó kenna seg tryggar í at býráð og kommuna arbeiða hart fyri at fólkatalið og Eysturkommuna framhaldandi kann vaksa og vera millum heimsins bestu støð at búgva.
Tað, at kjak er millum borgarar um fólkatal og bústaðarmøguleikar, kann tulkast sum ein staðfesting av, at her er gott at búgva. Og tað er gleðiligt. Tí Eysturkommuna er savnandi, framsøkin – opin og vinarlig.
Vegna býráðið í Eysturkommunu
Per Martin Gregersen
borgarstjóri
Deil á Facebook