Mynd: Uni Rasmussen
Svar til fyrispurning 52-031/2021 frá Edvu Jacobsen, løgtingsmanni, settur Una Rasmussen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um viðlíkahald av vegastrekkinum niðan gjøgnum dalin í Norðragøtu og inn eftir Kambsdali.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
– Nær er vegastrekkið frá Norðragøtu og inn eftir Kambsdali asfalterað seinast?
– Hvussu ofta er vegastrekkið asfalterað av nýggjum seinastu 30 árini?
– Nær er ætlanin at viðlíkahalda hetta vegastrekkið?
– Hvar í røðini er hetta vegastrekkið í einari asfalteringsætlan hjá Landsverki?
Svar:
Tað er eitt eftirsleip av viðlíkahaldinum á infrakervinum. Landsverk metti í 2018 at eftirsleipið til asfaltering var umleið 100 mió. kr. Landsverk er í holt við at dagføra metingina av eftirsleipinum, sum samanlagt var mett til 375 mió. kr. í 2018.
Vegastrekkið frá Norðagøtu (við íbindingina til fótboltsvøllin) til Fuglafjørð er umleið 6,5 kilometrar og er ein av vegunum, ið Landsverk metir hava tørv á at verða asfalteraður. Vegurin varð asfalteraður í 1999. Síðani eru bert smávegis ábøtur gjørdar á vegin. Í løtuni verða ringastu holini á vegnum fylt við asfalti.
Landsverk mælir til, at vegastrekki við nógvari og tungari ferðslu, eins og Fuglafjarðarvegurin, eiga at verða asfalteraðir fimtanda hvørt ár. Í løtuni verður mett, at tað kostar einar 2 mió. kr. at asfaltera hvønn kilometur av vegi. Tað merkir, at tað kostar umleið 13 mió. kr. at asfaltera Fuglafjarðarvegin.
Landsstýrismaðurin ætlar at virka fyri, at meira verður játtað til at asfaltera komandi árini. Tað krevur eina politiska semju, at meira verður játtað til viðlíkahald og kanska minni til nýgerð komandi árini.
Tinganes, 26. septembur 2022
Uni Rasmussen
landsstýrismaður í fíggjarmálum