Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.06.2024 09:51

120 børn á Másheyggi

120 børn hava um vikuskiftið verið á fótbóltsskúla í Klaksvík - Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Másheyggur í Klaksvík hevur um vikuskiftið verið karmur um ársins fyrsta fótbóltsskúla hjá FSF. Í alt fýra fótbóltsskúlar eru á skránni í summar. Hinir vera í Havn, á Toftum og í Hoyvík.

Saman við KÍ, HB, FC Hoyvík og B68 skipar Fótbóltssamband Føroya fyri í alt fýra fótbóltsskúlum í summar.

Tann fyrsti hevur verið á Másheyggi í Klaksvík um vikuskiftið, og í góðum umstøðum og líkindum, fingu tey 120 børnini eina góða uppliving, við dygdargóðum venjingum, ið var fyriskipað av ungdómsvenjarunum hjá KÍ, við hjálp frá kvinnunum og monnum, ið mynda fremstu lið felagsins.

Næsta vikuskifti, fríggjadagin 28. og leygardagin 29. juni er fótbóltsskúli aftur á skránni, og tá verður tað í Gundadali í Havn, har HB verður vertur.

Enn eru pláss eftir, og tey, ið ynskja at luttaka, kunnu avgreiða tilmeldingina í nethandilinum á FSF.fo, ella á atgongumerki.fo. Tilmeldingarfreistin er mánakvøldið 24 juni.

Kostnaðurin fyri at luttaka er 600 krónur fyri U7 og U9, og 650 fyri U11 og U13. Tá er dygdargóð venjing, matur, t-troyggja og ein bóltur íroknað, sum verður latin luttakarunum.

Síðst í juli og fyrst í august verður skipað fyri fótbóltsskúlum á Toftum og í Hoyvík.